Krúpikjallari

Illa bjálvaðir krúpikjallarar eru ofta orsøk til nógvan hitamiss og ringa inniluft, tí har gýsur, og tað ger gólvini køld og ófjálg at ganga á.

Hvat er ein krúpikjallari?

Ein krúpikjallari er ein lágur kjallari, vanliga millum 60 cm og 1 metur, har tað bara er pláss at krúpa. Teir eru til fyri at verja berandi bjálkar móti fukti ella fyri at fjala vatn- og varmarør, so tað slepst framat at kanna og umvæla tey, um tað er neyðugt.

WET-spray til krúpikjallaran

Ein illa bjálvaður krúpikjallari er lættur at bjálva við Pappírsull. Vit lata umhvørvisvinarligt lím í Pappírsullina, og so spræna vit blandingina upp undir gólvið úr krúpikjallaranum.

Tá lím verður blandað upp í Pappírsullina, kann bjálvingin hefta beinleiðis á undirsløg og aðrar konstruktiónir. Pappírsull verður sprænd á sum ein samanhangandi flata við ongum samlingum og ongari kuldabrúgv. Á henda hátt fer bjálvingin ikki at hanga, og vit sleppa sostatt undan lummum við gjóstri.

Eru mottur longu lagdar upp undir gólvið í krúpikjallaranum, syrgja vit fyri antin at avmontera motturnar ella at festa tær til undirgólvið við trælistum ella líknandi og síðani at spræna Pappírsull á.



Website by Computerpeople