Skjótt og lætt at leggja inn

Tað er lætt at bjálva við Pappírsull. Pappírsull hvørki skriðar ella svíður og er tí góð at fáast við. Pappírsull verður blást inn, har ið hon skal brúkast. Bjálvingartilfar og maskina standa uttan fyri húsini, so bert ein innblásingarslanga kemur inn. So slepst undan, at bjálvingartilfarið verður borið gjøgnum húsið.

Er talan um holveggjabjálving, bora vit eitt hol í fuguna millum tveir músteinar, sum vit bøta aftur aftaná. Tað letur færri ”arr" vera eftir á fasaduni. So verður  Pappírsull blást inn við trýsti. Á henda hátt tryggja vit, at Pappírsull legst í øll holrúm, har tann verandi bjálvingin er fallin saman. Fyri at vera vís í, at holveggurin er fyltur heilt, verður Pappírsull blást inn gjøgnum fleiri hol í fasaduni. Holini verða bøtt aftur aftur við hóskandi fugu.

Website by Computerpeople