Munagóð ljóðbjálving

Pappírsull er sera munadygg sum ljóðbjálving.

Royndir, sum Nordsjællands Akustik hevur gjørt, vísa, at Pappírsull við vanligari samrøðu minkar ljóðið 10 ferðir betri enn vanlig bjálving. Tað gevur munandi minni ljóðávirkan. Tað er ein fyrimunur serliga í húsum við barnafamiljum og húsum í fleiri hæddum, skrivstovubygningum, skúlum, stovnum o.a. Ljóðdoyvingin ger, at fótafet, tónleikur og gangur minkar munandi frá einari hædd til aðra.
Nordsjællands Akustik ApS hevur gjørt samanberandi ljóðmátingar av trimum ymiskum sløgum av bjálvingartilfari - pappírsull, steinull og glasull.

Ljóðroyndin vísir, at Pappírsull ljóðbjálvar munandi betur enn steinull og glasull:

  • 84,0 DB sleppa gjøgnum 100 mm glasull
  • 79,2 DB sleppa gjøgnum 100 mm steinull
  • 65,2 DB sleppa gjøgnum 100 mm Pappírsull

Kelda: Samanberandi ljóðbjálvingarmáting, teknisk frágreiðing nr. nsja 10-22 (2010), Nordsjællands Akustik.
Note: Ljóðniveau mált 20 cm yvir demokassa, har lokið er bjálvað við ymiskum tilfari.
(Pappírsullin, sum er brúkt, er grundað á uppskrift og framleiðingarhátt hjá Papiruld Danmark A/S’).

Hetta svarar til, at ljóðbjálva vit við Pappírsull heldur enn glasull, kámast ljóðið 4 fald, so ljóðárinið er munandi minni. Tann stóri munurin í ljóðárininum kemst av sjálvum tilfarinum í Pappírsullini við innantómum sellulosutrevjum, sum forða ljóði at vinna ígjøgnum. Tit síggja alla frágreiðingina við at klikkja á leinkið høgumegin.

Pappírsull hevur lutfalsliga høgan tættleika ella densitet (28-65 kg/m3) og lýkur krøvini, sum verða sett til  ljóðviðurskifti í bygningum, t.d. myndugleikakrøv ella høgleikakrøv um ljóðbjálving og eftirljómatíð. Pappírsull kann tí verða brúkt sum ljóðabsorbentur í t.d. skrivstovuskilarúmum, í veggjum millum íbúðir og sum ljóðregulering í stovnum, skúlum og skrivstovum.

Website by Computerpeople