Loft - ovastaloft

Í opnum loftkonstruktiónum verður Pappírsull blást leyst út á loftið – tað er galdandi bæði fyri eftirbjálving og nýbyggiing.

Er bjálving á loftinum frammanundan, verður Pappírsull blást oman á verandi bjálvingina. Eru rivur og sprungur í verandi bjálvingini, verða tey fylt upp og fjald við tí nýggja lagnum av Pappírsull. Á henda hátt slepst undan kuldabrúm, sum elva til hitamiss.

Klikkja á filmin og síggj, hvussu vit eftirbjálva við Pappírsull.

Slepp undan dampsperru

 

Pappírsull hóskar sera væl á loftum í eldri húsum, har eingin veit, hvussu støðan á verandi dampsperru er, tí Pappírsull er fukttransporterandi. Er loftið eitt sindur ráligt, drekkur Pappírull vætuna í seg - uttan at tað ávirkar bjálvingarevnini - og flytir síðani vætuna til yvirflatuna, har hon guvar burtur.
Av tí at Pappírsull hevur hesar serligu vætuflytandi eginleikar, slepst undan dampsperru í nýbygging - bert vátrúm eru undantikin.

Fá eitt ókeypis bjálvingarkjekk:

  • Vit kanna, hvat bjálvingartilfar er á loftinum og meta um, hvussu nógva bjálving tú við fyrimuni kanst leggja á loftið.
  • Síðani senda vit tær eitt óbindandi tilboð upp á at bjálva bústaðin.

Innan vit bjálva loftið, kanna vit altíð niðan fyri standandi viðurskifti:

  • Um nóg nógv ventilatión er á loftinum.
  • Um el-innleggingar eru væl avdekkaðar – transformarar og halogenspott skulu dekkast av frá bjálvingini, grundað á hitagerð sambært el-lóggávuni.
  • Um viðurskiftini viðv. atgongd eru nóg góð – skal gongubrúgvin kanska hækkast  ella flytast og loftslemmurin bjálvast.


 

Website by Computerpeople