Lágur krúpikjallari

Nøkur eldri hús hava lágan krúpikjallara beinleiðis móti jørð, uttan fukttrygging, og sum einans er millum 25 og 60 cm høgur. Har kunnu vit ikki bjálva við Pappírsull, men brúka í staðin granuleraða polystyrenbjálving (flamingo).

Har vandi er fyri fukti, leggja vit drenslangur at leiða vætuna burtur. Bjálvingin verður blást inn gjøgnum hol í soklinum, og harvið verður allur krúpikjallarin fyltur við sera munadyggari bjálving.

Lágur krúpikjallari, endurbjálvaður á henda hátt, kann oftast samanberast við eitt nýtt vælbjálvað lendisgólv - úrslitið er ein munandi lægri orkurokning og eingin fótakuldi.


Drúgvar royndir við polystyren til lágar krúpikjallarar

Arbeiðshátturin við eftirbjálvingini er viðurkendur og hevur verið brúktur í meira enn 15 ár av isolatørunum hjá Papiruld Danmark. Hátturin var tá lýstur í Bygge og Boligstyrelsen (sum nú eitur Erhvervs og Byggestyrelsen).

Hesin háttur hevur víst seg ikki at geva nakað slag av fukt- trupulleikum øll árini, hann er brúktur í Papiruld Danmark A/S.

Royndirnar vísa, at tað ikki verður kravd eyka trygging, tá eftirbjálvað verður við polystyren í krúpikjallara við arbeiðsháttinum hjá Papiruld Danmark. Hann er alment góðtikin í tryggingarfeløgum.



Website by Computerpeople