Góð inniluft

Tað hevur stóran týdning fyri inniluftina, um húsini eru rætt og nóg væl bjálvað. Eru tey ikki tað, kann hetta elva til:

 

            Kuldabrýr

            Kuldaniðurfall

            Kaldar veggir og gólv

            Døgg á innaru síðu í vindeygum

            Illlitaðar veggir og loft

Eitt kalt heim hevur stóra ávirkan á, hvussu tey, ið har búgva, hava tað. Vit hoyra ofta viðskiftafólk gremja seg um fótakulda, og at tað kann vera kalt at sita upp móti einum veggi. Tað kemst av kuldabrúm,  (Leinki!) sum koma har, ið tað er illa bjálvað. 

Í ringasta føri kann ring bjálving merkja vátar innveggir og harvið eisini hýggj og blámusopp. Tað er á ongan hátt sunt at liva í.

 

Eftirbjálvar tú við Pappírsull, fært tú orsøkina til hitamissin burtur, og tú fert at merkja mun á ymiskan hátt, m.a.:

 

            Heitari rúm

            Tú kanst skrúva týðiliga niður fyri termostatum á radiatorum

            Heit gólv og veggir

            Einki kondens í vindeygum

            Lægri varmarokning

            Betri ljóðbjálving t.d. millum hæddir

Website by Computerpeople