Holveggir

Bjálvingin, sum er í holvegginum, fellur saman við tíðini. Tí kanst tú í eldri húsum finna køld øki ymsastaðni á innvegginum – har ið bjálvingin er smokkað niður. Har eru kuldabrýr, sum eru orsøk til varmamiss og hægri hitarokning.

Innan vit bjálva holveggin í húsum tínum, kanna vit hann við at bora eitt hol í fukuna, og við myndatóli kanna vit støðuna á verandi bjálving, og hvussu nógv bjálving, ið longu er í holvegginum.

Tá vit bjálva holvegg, verður Pappírsull blást inn í holrúmið millum út- og innvegg. Tá Pappirsull verður blást í ein slíkan holvegg, verður tann gamla bjálvingin kroyst móti bakvegginum, og holrúmið framman verður fylt við Pappírsull, og soleiðis tryggja vit bestu bjálving.
 

 

Pappírsull  verður blást inn gjøgnum hol í fugu

Tá vit skulu blása Pappírsull inn, bora vit hol í fuguna millum tveir múrsteinar og fylla hendan vegin tómrúmið við Pappírsull. Hesin háttur letur færri ”arr” vera á fasaduni enn um vit taka heilar múrsteinar úr.  Pappírsullin verður blást inn við trýsti. Vit blása frá fleiri ymiskum støðum á fasaduni, so vit tryggja okkum, at øll holrúm eru fylt við bjálving.

Hølini verða bøtt aftur við hóskandi fugu.

Royndir okkara vísa, at hitin á útvegginum á húsinum kann fara 6-7 stig upp, tá Pappírsull verður brúkt at eftirbjálva við. Tað merkist av álvara á hitarokningini.


 

 


 

Website by Computerpeople