Donsk framleiðsla

Vit umboða Pappírsull frá Papiruld Danmark A/S. Tað er ein donsk framleiðsluvøra, sum hevur verið framleidd í Hillerød síðan 1989. Framleiðarin hevur tí drúgvar royndir og umfatandi fakliga servitan, sum vit altíð hava møguleika at nýta.

Pappírsull verður í høvuðsheitinum framleidd av donskum dagbløðum. Eftir danskari lóggávu frá 1988 má prentsvertan í donskum dagbløðum einans vera gjørd av fiskaolju, rapsolju v.m. og litevnini skulu vera góðkend til matvøru.

Teknologisk Institut hevur støðugt góðskueftirlit við Pappírsull.

 

Website by Computerpeople